Nýggjur forsætisráðharri í Japan

Nýggjur forsætisráðharri í Japan
Fumio Kishida fer væntandi at skriva út val í dag
Fumio Kishida er nýggjur forsætisráðharri í Japan.
Mynd: RitzauScanpix  
 
04.10.2021 - 10:52

Fumio Kishida er nýggjur forsætisráðharri í Japan. 

Hann tekur við eftir Yoshihide Suga, ið hevur lagt frá sær eftir bara einum ári í sessinum. 

Fumio Kishida var frá 2012 til 2017 japanskur uttanríkisráðharri.

Tað lá í kortunum, at 64 ára gamli Fumio Kishida skuldi taka við sum forsætisráðharri, tá hann í farnu viku gjørdist formaður í Liberal Demokratiska flokkinum, LPD. 

Venda gongdini

Fyrsta uppgávan hjá nýggja forsætisráðharranum er at venda minkandi undirtøkuni hjá stjórnarflokkinum. Undanmaður hansara noyddist at geva skarvin yvir í kjalarvørrinum av veljarakanningum, sum vístu, at veljarar vendu flokkinum bakið. 

Ein av høvðusorsøkunum tykist vera avgerðin um at hýsa olympisku leikunum, hóast stóra mótstøðu frá veljarum, sum stúrdu fyri vaksandi tilburðum av Covid-19.

Tjóðartingsval verður í Japan í seinasta lagi í november, og gitt verður, at nýggi forsætisráðharrin fer at skriva út val í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050