John Frederiksen fyri Andreas Lava Olsen

John Frederiksen fyri Andreas Lava Olsen
Andreas Lava Olsen hevur givið avboð til komandi landsdystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi, og John Frederiksen er komin í hansara stað. Daniel Johansen er eisini tikin út
John Frederiksen avloysir Andreas Lava Olsen í landsliðshópinum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
30.09.2021 - 16:20

John Fredriksen hevur fingið boð til fótbóltslandsdystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi í næstum. Hann avloysir Andreas Lava Olsen, sum hevur givið avboð.

SKU Amstetten-framherjin var við í hópinum til dystirnar í september ímóti Ísrael, Danmark og Moldova, men var ikki á listanum, tá landsliðið varð kunngjørt seinasta mánadag. Nú fær hann kortini kjansin.

HB-bakkurin, Daniel Johansen, er eisini tikin út, og fær síðsta plássið í hópinum.

Hjálparvenjarin, Eli Hentze, segði mánadagin at bíðað varð eftir at síggja, um antin Jákup B. Andreasen ella Heðin Hansen kundu gerast klárir til dystirnar og fáa 23. plássið. Báðir hava verið darvaðir av skaða í seinastuni, og eru also ikki tiknir út. 

Daniel Johansen fekk eisini sein boð til dystirnar í september, tá Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson brádliga endaðu í sóttarhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008