- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handa sáttmálakrøvini í dag
Handa sáttmálakrøvini í dag
Starvsfelagið hevur sagt sáttmálan við Fíggjarmálaráðið upp at fara úr gildi 1. oktober
22.09.2021 - 08:53
Í dag fara Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at geva hvørjum krøvini í sambandi við sáttmálan, sum skal koma 1.oktober.
Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt avtalu um at samráðast saman.
Starvsfelagið segði sáttmálan við Fíggjarmálaráðið upp at fara úr gildi 1.oktober.
Bara Starvsfelagið hevur sagt sáttmálan upp í hesum umfarinum.
Allir hinir sáttmálarnir hjá Fíggjarmálaráðnum vara til 1.oktober næsta ár ella longri.
Enn eru nakrir sáttmálar at samráðast um, sum vóru uppsagdir 1.oktober í fjør.
Talan er um fimm bólkar í Sjúkrahúsverkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV