Frakland avlýsir verjuráðstevnu við bretar

Frakland avlýsir verjuráðstevnu við bretar
Franskir myndugleikar halda seg vera stungnar í bakið, tí Avstralia er farið frá eini avtalu við Frakland um kavbátar
Florence Parly, verjumálaráðharri í Fraklandi, hevur avlýst eina verjuráðstevnu, sum skuldi haldast saman við Bretlandi hesa vikuna.
 
20.09.2021 - 10:40

Frakland hevur avlýst eina verjuráðstevnu, sum skuldi vera hesa vikuna saman við Bretlandi.

Tað skrivar BBC.

Í Fraklandi eru tey í øðini, eftir at Avstralia fór frá einari avtalu við Frakland um at keypa kavbátar. Í staðin keypir Avstralia kjarnorkukavbátar úr USA og Bretlandi. Franskir myndugleikar kenna seg stungnar í bakið.

Franski verjumálaráðharrin, Florence Parly, skuldi hitta bretska verjumálaráðharran hesa vikuna, men ráðstevnan er nú fyribils útsett, vátta keldur fyri BBC.

Johnson kyrrir

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, roynir tó at kyrra støðuna, og sigur sambært BBC, at tey hava sera góð viðurskifti við Frakland, og viðurskiftini millum londini eru sera týdningarmikil.

Men Frakland hevur boðsent sendifólkum sínum í USA og Avstralia um at koma heim. Slíkt er óvanligt í londum, sum eru limir í NATO.

Avstralia fór frá avtaluni við Frakland, og fer í staðin í eitt breiðari verjusamstarv við USA og Bretland.

Umframt at vera sjeynda landið í heiminum við kjarnorkukavbátum, ber verjusamstarvið eisini í sær, at USA og Bretland fara at samstarva við Avstralia um rúmdartøkni, tilgjørdan vitleika og undirsjóvartøkni, skrivar BBC. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151