Útlánini vaksa, men eingin váði er í bankageiranum

Útlánini vaksa, men eingin váði er í bankageiranum
Útlánini eru vaksin ár, men fá húski hava skuld, sum er tríggjar ferðir størri enn enn inntøkan, sigur Váðaráðið
Tað eru tískil fyrst og fremst sethúsalánini frá donsku realkredittstovnunum, ið toga samlaða útlánsvøksturin upp á 8,6 prosent. Hendan myndin er úr BankNordik.
 
08.09.2021 - 15:11

Eingi greið tekin eru um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum, hóast útlánini halda fram  at vaksa.

Tað upplýsir Váðaráðið, sum hevur havt sín 15. fund.

Í juli var útlánsvøksturin frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroysku kundarnar 8,6% samanborið við árið fyri. Útlánsvøksturin frá føroysku bankunum var 5,5 prosent í juli samanborið við árið fyri. Samstundis var útlánsvøksturin 15,5 prosent frá realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini. Tað eru tískil fyrst og fremst sethúsalánini frá donsku realkredittstovnunum, ið toga samlaða útlánsvøksturin upp á 8,6 prosent.

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum upp á 5,5 prosent er hinvegin ikki togaður upp av øktum útlánum til húsarhaldini, men til vinnuna og kommunurnar. 

Útlánini vaksin í ár

Í 2020 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum lítil og lá um 0 prosent meginpartin av árinum og umleið 3-4 prosent hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans. Útlánsvøksturin vendi um ársskiftið, og hevur verið støðugt vaksandi í ár. 

Vøksturin í sethúsaprísunum heldur fram, men fá húski hava skuld, sum tríggjar ferðir størri enn inntøkan. Hækkandi sethúsaprísirnir kunnu tó gera tað torført hjá ungum fólki, ið skulu keypa hús fyri fyrstu ferð, at sleppa inn á sethúsamarknaðin. Sethúsaprísirnir eru higartil í ár hækkaðir samanborið við miðalprísin í í fjør, og teir eru hækkaðir bæði í og uttan fyri miðstaðarøkið. 

Ein triðingur er realkredittlán

Ein triðingur av øllum sethúsalánum í Føroyum eru realkredittlán. Tey flestu, ið hava realkredittlán, velja lán við fastari rentu og uttan avdráttarskáa. Harumframt nýta tey, ið hava føroyskt sethúsalán, í sera lítlan mun avdráttarskáa.

Føroysku húskini tykjast samanumtikið at vera mótstøðufør, men Váðaráðið heldur framvegis eyga við príshækkingunum á sethúsamarknaðinum og við gongdini í skuldini hjá sethúsaeigarunum, sigur Váðaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050