- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark veðheldur fyri føroyskum limagjaldi

Danmark tryggjar við veðhaldi, at Føroyar gjalda limagjaldið í FAO og í øðrum altjóða felagsskapum.
Hetta kom í donsku fíggjarlógina í 2008, og er har enn.
Føroyar hava søkt um atlimaskap í ST-felagsskapinum FAO.
Men FAO krevur, at danska uttanríkisráðið tryggjar, at FAO fær føroyska limagjaldið, sum verður 15.000 kr. um árið.
Eisini aðrir felagsskapir
Væntandi er, at aðrir altjóða felagsskapir fara at seta sama kravið, so í donsku fíggjarlógini er sett av ein millión til at veðhalda fyri føroyskum og donskum limagjaldi í altjóða felagsskapum.
Og hendan milliónin er eisini við í uppskotinum um danska fíggjarlóg fyri næsta ár.
Sambært uppskotinum um fíggjarlóg er ríkisveitingin framvegis 641,8 milliónir krónur umframt níggju milliónir, tí sokallaða bonuspuljan er løgd niður og latin sum blokkur í staðin fyri.
Grønland fær fýra milliardir
Grønland fær fýra milliardir og 36 milliónir úr statskassanum næsta ár, sambært uppskotinum um fíggjarlóg.
Føroyar eru ofta nevndar í uppskotinum um danska fíggjarlóg fyri 2022.
Orðið "Færøerne" er nevnt 167 ferðir í uppskotinum og orðið "færøsk" 33 ferðir.