Fyrireikar broytingar í revsilógini

Fyrireikar broytingar í revsilógini
Løgmaður sigur, at herda revsingin skal í føroysku revsilógina
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur biðið embætisfólk um at gera uppskot um broytingar í revsilógini.
 
03.09.2021 - 09:49

Arbeiðið at fyrireika broytingar í revsilógini er byrjað, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Talan er um herðingina í sambandi við revsing fyri kynslig misbrot.

Eystari landsrættur hevur nú staðfest avgerðina hjá Føroya rætti, at herðingin, sum var gjørd um kynslig misbrot í donsku revsilógini í 2016, er ikki galdandi í Føroyum.

Tað er hon ikki, tí ein greið politisk fráboðan um at herða revsingina var ikki í Føroyum.

Slík fráboðan var í Danmark, sigur Landsrætturin.

Føroyar hava sína egnu revsilóg, tí málsøkið er yvirtikið.

Herda revsingin skal eisini í føroysku revsilógina, sigur løgmaður, sum hevur biðið embætisfólk síni gera eitt uppskot um tað.

Tá uppskotið er liðugt, verður tað lagt fyri løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823