Arbeiðið boðið út eftir ársskiftið

Arbeiðið boðið út eftir ársskiftið
Heimið í Reynstúni á Argjum skal verða liðugt síðst í 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
 
02.09.2021 - 08:48

Arbeiðið at byggja røktarheim til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum verður boðið út beint eftir ársskiftið.

Flytast kann inn í heimið síðst í 2023.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

Eyðgunn Samuelsen, sum landsstýriskvinna í almannamálum í undanfarnu samgongu, legði fram uppskot um verklagslóg um heimið í Reynstúni. Men meiriluti var ikki fyri uppskotinum, so tað datt burtur, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Totalrenovera Eirargarð

Hon sigur eisini í svarinum, at í 2023 er ætlanin at endurnýggja út í æsir, totaltrenovera, Eirargarð 14-1. 

Eirargarður 14-2 varð umvældur í fjør.

Og í ár er ætlanin at umvæla og dagføra Eirargarð 16 - 1 og 2.

Í 2023 er ætlanin at totalrenovera Eirargarð 14-1, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823