- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbyggja kirkjugarðin í Leirvík
Útbyggja kirkjugarðin í Leirvík
Arbeiðið verður mett at kosta góðar 6,5 mió. kr. Eysturkommuna hevur tikið av lægstu tilboðunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-10-21-14h28m44s343.png?itok=sGXg7rfg)
Leirvík.
31.08.2021 - 09:31
Kirkjugarðurin í Leirvík skal útbyggjast fyri góðar 6,5 mió. kr.
Eysturkommuna hevur fingið tilboð upp á arbeiðið, sum er býtt í tvey.
Annað er grótlaðing, og hitt er lendisarbeiði, vegur og bilpláss.
Taka av lægstu tilboðunum
Umsitingin hjá kommununi mælir til at taka av lægstu tilboðunum, og tað hevur býráðið so gjørt.
Smápartafelagið Nýgerð skal laða grótgarðin. Og samráðingar vera við Kanjon um tillagingar í sambandi við hitt arbeiðið.
Tvær milliónir eru játtaðar til arbeiðið í ár. Hitt verður játtað næsta ár og í 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV