- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ fær vitjan av Víkingi
Oddaliðið í Betri-deildini við kvinnum, KÍ, tekur ímóti Víkingi við Djýpumýru í kvøld.
KÍ er komið væl frá byrjan eftir summarsteðgin og úrtøkan higartil er tveir stórsigrar og ein javnleikur ímóti NSÍ.
Víkingur harafturímóti, hevuir tapt tvær ferðir - ímóti 07 Vestur og EBS/Skála - men seinast varð tað til trý stig ímóti B36.
EBS/Skála, sum liggur undir liðini á KÍ við 30 stigum, vitjar 07 Vestur í Sørvági. Lea Lisberg hevur skotið seks av sjey málum hjá EBS/Skála eftir steðgin, og eigur sostatt týðandi leiklut í teimum trimum sigrunum, sum eru komnir burturúr.
Í Gundadali er grannauppgerð millum B36 og HB, og við Løkin í Runavík tekur nummar trý, NSÍ, ímóti AB/B71, sum liggur niðast.
Betri-deildin við kvinnum, 9. umfar:
18:30 NSÍ- AB/B71
18:30 B36-HB
18:30 07 Vestur-EBS/Skála
19:30 KÍ-Víkingur