- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingfundur verður 7. september
Tingfundur verður 7. september
Tingið fer tá at viðgera uppskot frá Javnaðarflokkinum um arbeðsmarknaðarmál

Nú verða tingfundir aftur.
26.08.2021 - 08:30
Týsdagin 7.september verður tingfundur.
Tá fer tingið at viðgera tey trý uppskotini um arbeiðsmarknaðarmál, sum Javnaðarflokkurin legði fram á ólavsøku.
Flokkurin vil hava landsstýrið at kanna, hvussu nýggjur almennur lønarstigi kann gerast.
Eitt uppskot er um at broyta lógina um dagstovnar og dagrøkt, so minstamark verður ásett fyri starvsfólk.
Seks vikur summarfrí
Og Javnaðarflokkurin vil hava í minsta lagi seks vikur summarfrí, og, at frítíðarlønin verður minst 12 prosent.
8.september eru munnligir fyrispurningar á dagsskránni hjá løgtinginum. Hetta eru fyrstu munnligu fyrispurningar í hesi tingsetuni.
Og tingfundur er eisini 9.september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV