Eingin ætlan at hjálpa útróðrarflotanum

Eingin ætlan at hjálpa útróðrarflotanum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur, útróðrarvinnan brúkar ikki møguleikarnar, sum skipanin gevur rúm fyri, tá fiskaloysi er
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um útróðrarflotan.
 
26.08.2021 - 08:37

Eingin ítøkilig ætlan er í Fiskimálaráðnum um at styrkja útróðrarflotan og hjálpa honum. 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum hevur svarað Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um avbjóðandi støðuna hjá útróðrarflotanum.

Hann ætlar ikki at býta fiskileiðirnar hjá húkabátunum millum línu, snellu og dorg. 

Eingin ætlan er um til dømis at friða ávísar leiðir fyri línu. 

Brúka ikki allar møguleikar

Jacob Vestergaard sigur, at hann heldur, tað er ein styrki hjá útróðrarvinnuni, tá hon sjálv kann gera av, nær og hvar roynt verður við línu, snellu ella dorg. 

Skipanin hjá útróðrarflotanum sum so gevur rúm fyri størri roynd, roknað bæði við grundarlagi í óbrúktum fiskidøgum og bátatalinum. 

Roknað undir einum, so brúkar útróðrarvinnan ikki møguleikarnar, sum skipanin gevur rúm fyri, tá fiskaloysi er, sigur landsstýrismaðurin.

Hann leggur afturat, at hann er altíð til reiðar at gera broytingar, sum gera umstøðurnar hjá útróðrabátum betri.

Men treytin er, at broytingin stimbrar burðardyggan fiskiskap og tekur nøktandi atlit at allari heildini í vinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823