Nýtt slag av koronu staðfest

Nýtt slag av koronu staðfest
Nýggja frábrigdið kann smitta meira enn Deltavirusið
 
25.08.2021 - 11:52

Eitt nýtt slag av koronu er staðfest bæði í Danmark og í Noreg.

Hildið verður, at nýggja slagið stavar frá Deltavirusinum, og kann smitta meir enn Deltavirusið, skrivar Dagbladet, sum endurgevur danska blaðið, Berlingske. Nýggja slagið hevur fyribils fingið heitið AY. 3 og B.1.621.

Norska Fólkaheilsustýrið váttar fyri ABC, at einstakir tilburðir eru staðfestir av B.1.621, men at talan ikki er um nógv smittað fyribils.

Fólkaheilsustýrið upplýsir, at enn er eingin tilburður av AY. 3 staðfestur.

Hetta slagið av koronu varð staðfest fyrstu ferð í Kolumbia í januar, og higartil eru sjey tilburðir staðfestir í Danmark. Sambært Reuters er slagið eisini funnið í USA og í Bretlandi.

Danski professarin, Mads Albertsen, sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um nýggja slagið av virusinum smittar verri enn Deltavirusið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389