- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyanevndin kemur í september
Føroyanevndin kemur í september
Hetta er fyrsta vitjanin hjá nevndini síðani fólkatingsvalið í 2019

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, er formaður í Føroyanevndini.
25.08.2021 - 08:53
Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya í næsta mánað.
Dagarnir 20. til 23.september eru settir av til ferðina, sum verður kallað námsferð.
Føroyanevndin plagar at vera í Føroyum annað hvørt ár. Seinast, hon var her, var tó í 2018. Í fjør forðaði korona fyri ferðini.
29 fólk í nevndini
Hetta er so fyrstu ferð eftir fólkatingsvalið í 2019, at Føroyanevndin kemur til Føroya.
29 fólk eru í Føroyanevndini, men øll plaga ikki at vera við í ferðunum til Føroya.
Endamálið við hesum ferðunum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum.
Fíggjarætlanin hjá ferðini í næsta mánað er mett at vera 150.000 kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV