Hevði føroyskt koyrikort, men noyddist at taka koyriroynd í Danmark

Hevði føroyskt koyrikort, men noyddist at taka koyriroynd í Danmark
Danski ferðslumálaráðharrin hevur spurt løgmálaráðið, hví løgreglurnar í Føroyum og Danmark ikki kunnu geva hvørjum øðrum upplýsingar
Føroyska koyrikort hevur somu rættindi í Danmark sum danska koyrikortið.
 
23.08.2021 - 09:27

Danska Ferðslumálaráðið hevur spurt Løgmálaráðið um føroysk koyrikort.

Tað hendir, eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurdi Benny Engelbrecht, ferðslumálaráðharra, hví donsku koyrikortsmyndugleikarnir ikki hava álit á Akstovuni, sum gevur koyrikort í Føroyum.

Í hesum førinum er talan um ein bilførara í Føroyum, sum misti koyrikortið, men tók tað aftur.

Bilførarin flutti til Danmarkar.

Kravdu koyriroynd í Danmark

Tá hann so skuldi býta føroyska koyrikortið um við eitt danskt, hevði Politiets Administrative Center bara upplýsingar um mista koyrikortið, ikki um, at koyrikortið var tikið av nýggjum.

Kravið í Danmark var tí, at ein koyriroynd skuldi takast har.

Føroyska koyrikort hevur somu rættindi í Danmark sum danska koyrikortið. 

Benny Engelbrecht sigur, at hann hevur spurt Løgmálaráðið, um politiið í Føroyum og politiið í Danmark ikki kunnu geva hvørjum øðrum upplýsingar um koyrikort, eitt nú frádøming.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823