Guðlaugur og Pele koma ikki til Føroya

Guðlaugur og Pele koma ikki til Føroya
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevði annars boðið báðum til Føroya í sambandi við fundin hjá Útnorðurráðnum í Vági
Guðlaugur Þór Þórðarson er uttanríkisráðharri í Íslandi.
 
23.08.2021 - 09:58

Hvørki íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, ella grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, koma til Føroya í sambandi við ársfundin hjá Útnorðurráðnum, sum verður í Vági týsdagin og mikudagin í næstu viku.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevði annars boðið báðum til Føroya í sambandi við fundin í Vági.

Altingsval verður 25. september, og koronustøðan er ikki góð í Grønlandi.

Men íslendsku og grønlendsku limirnir í Útnorðurráðnum koma á ársfundin.

Tey vóru her í síðstu viku og fyrireikaðu fundin.


Pele Broberg er landsstýrismaður í uttanríkismálum í Grønlandi.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823