Taka fleiri lesandi inn næsta ár

Taka fleiri lesandi inn næsta ár
Møguleikin at geva starvsfólki á eldraøkinum løn undir útbúgving verður framvegis kannaður, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
 
20.08.2021 - 15:01

Ætlanin er at taka fleiri lesandi inn á heilsufakligu útbúgvingarnar næsta ár enn í ár.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at møguleikin fyri at geva starvsfólki á eldraøkinum løn undir útbúgving er umrøddur, og hann verður framvegis kannaður.

Førleikamenna starvsfólk

Harumframt verður arbeitt við ítøkiligum uppskoti um at førleikamenna starvsfólk, sum hava drúgvar royndir á økinum.

Búskaparráðið hevur víst á, at trýstið á tænastur á eldraøkinum veksur næstu árini. Hetta er ein avbjóðing, sum verður tikin í álvara, og málið verður raðfest í ráðnum, sigur Jenis av Rana.

Annika Olsen spurdi, um ætlanin er at stytta arbeiðsvikuna hjá starvsfólki, sum arbeiða skiftandi vaktir.

Jenis av Rana svarar, at hetta er eitt arbeiðsmarknaðarmál, og er ikki eitt øki, sum landsstýrismaðurin í mentamálum varðar av. 

Heilsuskúlin í Hovi. Fleiri lesandi verða tikin inn á heilsufakligu útbúgvingarnar næsta ár, sigur landsstýrismaðurin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823