- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er Fíggingargrunnurin strikaður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_1040.jpg?itok=foI0VB9i)
Fíggingargrunnurin frá 1992 er nú strikaður í partafelagsskránni. Hann er ikki til longur.
Grunnurin, sum umsat partapeningin hjá landinum í BankNordik, fór í sjálvbodna likvidatión stutt fyri jól í fjør.
Tann likvidatiónin er nú endað.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði longu í september í fjør, at Fíggingargrunnurin skuldi takast av.
Landið skuldi síðani beinleiðis eiga partabrøvini í BankNordik. Landið eigur ein triðing í BankNordik.
Partabrøvini
Hvat hendir við partabrøvunum - um tey til dømis verða seld, er ikki avgjørt enn. Men tað verður kannað, segði Jørgen Niclasen í september í fjør.
Og tað verður kannað enn, segði Jørgen Niclasen í farna mánað.
Í seinastu nevndini hjá Fíggingargrunninum vóru Katrin Thorsvig Hansen, Arne Poulsen, Atli Suni Leo, Eli Christiansen og Helga á Borg.
Eli Christiansen var formaður.