Naser Khader koyrdur úr Konservativa flokkinum

Naser Khader koyrdur úr Konservativa flokkinum
Khader hevur verið skuldsettur fyri kynsligan ágang, og nú hevur ein advokatkanning felt hann
Naser Khader er ikki longur í Konservativa flokkinum á fólkatingi.
Mynd: DR  
 
18.08.2021 - 10:38

Konservativi flokkurin á fólkatingi hevur koyrt Naser Khader úr flokkinum.

Tað upplýsir floksformaðurin, Søren Pape Poulsen.

Naser Khader skrivar á Facebook, at hann hevur í dag tikið seg úr flokkinum.

Kynsligur ágangur

Fleiri kvinnur søgdu við danska kringvarpið fyrr í summar, at Naser Khader í fleiri ár hevði framt kynsligan ágang móti teimum.

Khader hevur víst øllum skuldsetingum aftur.

Konservativi flokkurin setti eina advokatkanning í verk av málinum, og úrslitið av kanningini hevur nú við sær, at Naser Khader er koyrdur úr Konservativa flokkinum.

Eingin ivi

- Tá kanningarúrslitið varð lagt fyri meg í gjár, var eingin ivi í mínari verð um, at tað ber ikki til hjá Khader at verða limur í Konservativa flokkinum longur, sigur Søren Pape Poulsen.

Hann sigur, at øll fólkatingsmanningin tekur undir við avgerðini um at koyra Naser Khader úr flokkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766