- Tíðindi, mentan og ítróttur
Festivalarnir fáa hjálparpakka í heyst
Festivalarnir fáa hjálparpakka í heyst
Stuðulin skal vera umleið tann sami, sum varð latin í fjør, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

Arbeitt verður við einum uppskoti um hjálparpakka til festivalar, sum vórðu avlýstir í summar.
17.08.2021 - 14:13
Tónleikafestivalar, sum avlýstu í summar, kunnu vænta at fáa ein hjálparpakka í heyst.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sigur í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, at í løtuni verður eitt lógaruppskot fyrireikað, og tað verður eftir ætlan lagt fyri tingið í næstum.
Stuðulin skal vera á leið tann sami, sum varð latin í fjør.
Tá fingu tónleikafestivalar stuðul til at endurrinda øll atgongumerki, sum festivalurin hevði selt.
Stuðulin kann tó í mesta lagi verða 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við at fyrireika festival í ár, sigur Jenis av Rana í svarinum til Beintu Løwe.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV