
- Tíðindi, mentan og ítróttur
489 fólk í endurmenning í fjør

Almannaverkið hevði 489 fólk í endurmenning í fjør.
Í ár eru játtaðar góðar 22,3 mió. kr. til endurmenning, til deildina menning í Almannaverkinum, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og til tiltakið, sum eitur Megna títt lív.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dal, løgtingsmanni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)Í fjør vórðu góðar 18,6 mió. kr. til hesar kontur.
Byrja í september
Viðlíkahaldsvenjingar byrja tó ikki fyrr enn í september í ár. Tær fara at kosta 12 mió. kr. um árið, tá rættilig gongd er komin á.
Í ár eru játtaðar tvær mió. kr.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað Johan Dahl, løgtingsmanni, sum spurdi um útreiðslur til rehabilitering á almannaøkinum.
Hon sigur, at enn er ikki farið undir at gera uppskot um fíggjarlóg fyri 2022, so ikki ber til at siga, hvør játtanin verður tá.
Eigur at hækka 700.000 kr.
Mett verður, at játtanin eigur at hækka 700.000 kr., so hon kemur á tað stig, sum tað er at veita vælvirkandi tænastur í tráð við tilmæli um tænastupolitikk.
Framskrivaðu játtanarkarmarnir fyri 2022-2026 eru grundaðir á galdandi lóggávu og verandi virksemisstig, sigur landsstýriskvinnan.
Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur fingið svar um rehabilitering. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)