Nýggjur mentamálaráðharri í Danmark

Nýggjur mentamálaráðharri í Danmark
Ane Halsboe-Jørgensen verður mentamálaráðharri, og Jesper Petersen verður nýggjur ráðharri í útbúgvingar- og granskingarmálum
Ane Halboe-Jørgensen er nýggjur mentamálaráðharri.
 
16.08.2021 - 10:02

Ane Halsboe-Jørgensen verður nýggjur mentamála- og kirkjumálaráðharri í Danmark.

Hon tekur við eftir Joy Mogensen, sum hevur lagt frá sær.

Jesper Petersen, sum hevur verið politiskur framsøgumaður hjá sosialdemokratunum á fólkatingi, verður ráðharri í útbúgvingar- og granskingarmálum eftir Ane Halsboe-Jørgensen.

Jesper Petersen er nýggjur ráðharri í útbúgvingar- og granskingarmálum.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, er í løtuni á Amalienborg við nýggju ráðharrunum.

Borgarstjóri

Eftir fólkatingsvalið í 2019 gjørdist Joy Mogensen, sum var borgarstjóri í Roskilde, mentamálaráðharri.

Bæði framsøgufólk í mentamálum og mentanarlívið hava funnist nógv at Joy Mogensen.

Í gjár boðaði hon so frá, at hon legði frá sær, tí orkan er uppi, sum hon tekur til á Facebook. 

Joy Mogensen hevur lagt frá sær sum mentamálaráðharri.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766