Føroyar nummar 20 í heiminum

Føroyar nummar 20 í heiminum
Eftir einum lista hjá Johns Hopkins University, sum varð kunngjørdur í gjár, at døma eru Føroyar nummar 20 í heiminum, tá um koppseting umræður
 
04.08.2021 - 09:07

Føroyar eru nummar 20 á listanum við londum, har flestu fólk hava fingið bæði prikini.

Eftir einum lista hjá Johns Hopkins University, sum varð kunngjørdur í gjár, at døma eru Føroyar nummar 20.

Í gjár vóru 55,5 prosent av øllum føroyingum koppsett tvær ferðir fyri koronu.

Føroyar eru ikki á listanum hjá Johns Hopkins, men har er Ungarn nummar 19 við 55,7 prosentum og Portugal nummar 20 við 55,4 prosentum.

 

Malta er nummar eitt

Malta er nummar eitt. Har eru 76,1 prosent liðugt koppsett.

Sameindu Emirríkini eru nummar tvey við 71,5 prosentum, og Ísland er á triðja plássi. Har hava 70,4 prosent av fólkinum fingið bæði prikini.

Í Danmark er talið 54,9 prosent og í Grønlandi 46,1 prosent.

Føroyar eru nummar tvey í Norðurlondum, verður listin hjá Johns Hopkins University brúktur.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791