Savningarmarkið á 500 fólk avtikið

Savningarmarkið á 500 fólk avtikið
Landsstýrið hevur nú gjørt av, at tilmælið um, at í mesta lagi 500 fólk savnast, verður tikið aftur frá 10. august at roknað
Savninarmarkið á 500 fólk verður nú avtikið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.08.2021 - 13:44

"Góða gongdin, bæði við koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at møguligt verður at skipa fyri størri tiltøkum aftur."

Soleiðis skrivar løgmaður í tíðindaskrivi, nú tilmælið um ikki at savnast meira enn 500 fólk verður avtikið. 

Mælt verður kortini til, at fyriskiparar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja, stendur eisini í tíðindaskrivinum. 

“Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

“At tilmælini linka merkir tó, at ábyrgdin hjá tí einstaka verður størri, bæði fyri sær sjálvum og øðrum,” leggur hann afturat.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835