- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið sett nógvar arbeiðsbólkar

Orðið arbeiðsbólkur er ofta at síggja í ískoytinum til røðuna hjá løgmanni á ólavsøku.
Landsstýrið hevur sett nógvar arbeiðsbólkar.
Føroysk og donsk embætisfólk greina, hvussu fongsulsviðurskiftini í Føroyum kunnu gerast betri.
Ein arbeiðsbólkur skal koma við tilmælum um átøk og fyriskipanir at fyribyrgja krabbameini og tryggja best møguligar sjúklingagongdir. Hann skal orða eina nýggja krabbameinsætlan.
Løgmaður hevur sett arbeiðsbólk at gera uppskot um heildarætlan, sum skal fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu.
Fimm evni
Í sambandi við Vakstrarforum skulu arbeiðsbólkar arbeiða við fimm evnum: havinum, kunningar- og samskiftistøkni, útbúgving og arbeiðsmegi, maritimum veitaravinnu og ferðavinnu.
Ein arbeiðsbólkur er settur at greina Strandfaraskip landins, og koma við tilmælum um, hvussu stovnurin skal virka í framtíðini.
Ein annar arbeiðsbólkur endurskoðar fólkaskúlalógina.
Og ein arbeiðsbólkur orðar uppskot um átøk, sum kunnu bøta um útlitini fyri, at ung við sálarligum og sosialum avbjóðingum megna at fullføra miðnám.