B68 vunnið seg burtur frá hóttandi niðurflytingini

B68 vunnið seg burtur frá hóttandi niðurflytingini
Toftamenn hava verið flúgvandi eftir summarfrítíðina, og hava nú vunnið tveir dystir á rað og liggja ikki longur til niðurflyting úr bestu deildini. KÍ blívur við at vinnna
Steffan Løkin skoraði einsamalla málið, tá B68 vann á TB á útivølli
Mynd: Televarpið  
 
02.08.2021 - 21:13

Steffan Løkin sparkaði sera hegnisliga bóltin í TB-málið beinleiðis upp á fríspark, og tað gjørdist avgerandi løtan, tá B68 uppiborið vann á TB á útivølli við Stórá í Trongisvági. 

Frísparksstøðan var væl vand. Tríggir leikarar stóð við bóltin og hóttu við at sparka, men tá avtornaði, so var tað Steffan Løkin, sum skrúvaði bóltin upp um múrin og í málið. 

Tað var eisini ein væl vand frísparksstøða, ið avgjørdi dystin, tá B68 í síðstu viku vann á ÍF. Og yvirhøvur eru toftamenn komnir sera væl vandir og leikandi aftur eftir summarfrítíðina. 

Tveir sigrar á rað móti beinleiðis kappingarneytum í botnstríðnum er komnir væl við hjá unga B68-liðnum, sum nú hevur 12 stig, ið er sama stigatal, sum ÍF hevur og eitt fleiri enn 07 Vestur, sum nú er næstniðast.

 

Lukasz er stóri dirigenturin

Stóri dirgenturin hjá toftamonnum er tó gamli revurin Lukasz Cieslewicz, sum er longdi armurin hjá venjaranum á vøllinum.

Í Lukaszi hava toftamenn altíð eina spælistøð, og tað gevur liðnum møguleika at sleppa fram á vøllin. 

Lukasz Cieslewicz er tó ikki einasti royndi revurin á miðvøllinum, tí har reikar Jann Ingi Petersen eisini.

Afturat sær hava Lukasz og Jann Ingi ungar og dugnaligar bóltspælarar, eitt nú Esmar P. Clementsen, ið aftur í dag var ein støðug hóttan, eins og hann var tað móti ÍF. Áki Johannesen, sum er stórur og sterkur, tvíburðarnir Jensen, Bárður og Aleksandur, ið eru ágrýtnir og drúgvir, meðan Andri Benjaminsen og Steffan Løkin eru leikararnir, sum krydda við eitt sindur av royndum úr bestu deildini. 

B68

Frítekst tagging: 

 

Rói seinasti brikkurin

Seinasti brikkurin, ið kanska hevur manglað, er ein ordiligur málverji, og hann hava toftanmenn nú leigað úr B36, tí Rói Mørk Hentze tykist hava givið verjuni ta ró, sum onkuntíð hevur manglað. 

Hjá TB riggaði lítið og einki, og tað er kanska einki at siga til, tá útskiftingin á bæði liðnum og venjarabonkinum hevur verið so stór.

TB noyðist niður í næstbestu deildina at venda, og spurningurin er so, hvussu langur steðgurin verður, og hvussu felagið velur at takla niðurflytingina. 

Tað fer neyvan at bera til hjá TB at blíva við at keypa eina rúgvu av útlendskum leikarum til felagið. 

 

KÍ verður meistari

Tveir aðrir dystir vórðu eisini spældir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. 

KÍ staðfesti, við einum sannførandi 4-0 sigri á EB/Streymi á útivølli, at liðið verður meistari í ár.

Árni Frederiksberg skeyt tvey mál, meðan Páll Klettskarð og Jákup B. Andreasen skutu hvør sítt. 

Gleðiligt var at síggja Jóannes Bjartalíð aftur á KÍ-liðnum. 

 

Ungir víkingar sannførandi

Í Sarpugerði í Norðragøtu tók unga Víkinga-liðið, uttan Sølva Vatnhamar, ímóti B36.

Bæði liðið eru við í dystinum um gyltu evropisku plássini, og tað sást aftur á spælinum í fyrra hálvleiki, tí hvørki av liðunum vildi ordiliga offra tað, ið skuldi til, fyri at vinna dystin. 

Men lív komu veruliga í dystin í seinna hálvleiki, tá liðini byrjaðu at leypa meira á, og Víkingur dróg longra stráðið í einum annars jøvnum dysti.

Martin Klein Joensen skoraði einsamalla málið í dystinum, tá hann stútaði bóltin í málið úr stuttari frástøðu eftir eitt horna. 

B36 sleypti ikki ordiliga handbremsuni, fyrr liðið var komið afturum, og Magnus Holm Jacobsen hevði fingið sítt seinna gula kort, og harvið reytt kort, í 73. minutti. 

Brádliga byrjaði liðið at spæla meira beinleiðis, og tað hóvaði nýggja álopsstjørnuni hjá B36, Uros Stojanov, nógv betur, tí brádliga var hann fleiri ferðir nærvið at skora. 

Men tá avtornaði vann Víkingur uppiborið. 

 

 
Nr. Lið D MM S
1.                15 55 41
2. Víkingur 16 21 37
3. HB 15 39 33
4. NSÍ 17 7 28
5. B36 16 14 27
6. EB/Streymur 14 -11 15
7. ÍF 16 -24 12
8. B68 16 -27 12
9. 07 Vestur 16 -36 11
10. TB 15 -38 2
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652