- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit fáa fólkaheilsustýri á nýggjárinum

Eitt fólkaheilsustýri kemur á nýggjárinum.
Tað stendur í ískoytispartinum til røðuna, sum løgmaður helt í løgtinginum í gjár.
Har stendur, at seinnu árini er vorðið støðugt meira eyðsýnt, at yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum mugu savnast á einum staði, í einum fólkaheilsustýri.
Talan verður ikki um at gera nýggjan stovn, men at leggja uppgávur hjá ymsum ráðum, deildum og stovnum saman í eitt fólkaheilsustýri.
Korona gjørt tørvin sjónligari
Við at skipa smáu eindirnar á heilsuøkinum í eitt stýri ber til at nýta verandi orku á økinum nógv skynsamari enn nú, sigur landsstýrið.
Tørvurin á einum fólkaheilsustýri gjørdist sera sjónligur, tá korona kom.
Av tí at einki slíkt stýri var, varð eitt heilsufakligt ráðgevaratoymi skipað í Heilsumálaráðnum.
Royndir haðani eru brúktar, nú fólkaheilsustýrið skal gerast.