Útlendingar skulu søkja um loyvi at keypa hús í Føroyum

Útlendingar skulu søkja um loyvi at keypa hús í Føroyum
Skipanin verður galdandi fyri persónar ella feløg, sum ikki hava fastan bústað, ella ikki hava búð í Føroyum í tilsamans fimm ár
Øll, sum búgva fast í Føroyum, kunnu keypa fasta ogn, men útlendingar skulu søkja um loyvi at keypa eftir serligum reglum, ætlar landsstýrið.
Mynd: Savnsmynd  
 
30.07.2021 - 16:03

Nú skulu útlendingar søkja um loyvi at keypa hús í Føroyum.

Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. 

Skipanin fer at leggja upp til, at øll, sum búgva fast í Føroyum - sama hvat tjóðskapurin er - kunnu keypa fastogn, uttan at søkja loyvi frammanundan.

Men loyvisskipanin hevur við sær, at persónar ella feløg, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, og sum heldur ikki hava búð í landinum í samanlagt fimm ár, skulu søkja landsstýrið um loyvi at keypa, ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum.

Vilja finna javnvág

Landsstýrið sigur seg vilja finna eina javnvág ímillum, at útlendingar hava rímiligan møguleika at keypa fastogn í landinum, og tað, at útlendskur ognarrættur til fastogn í Føroyum, ella í ávísum økjum í landinum, ikki verður ov stórur. 

Nýggja lógin skal ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum.

Uppskot um løgtingslóg at keypa fastogn í Føroyum er gjørt, og hevur verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum. Ætlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið eftir ólavsøku, sigur løgmaður í fylgiskjali til ólavsøkurøðuna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766