Umvæla Stokkastovuna við norskum granntrøum

Umvæla Stokkastovuna við norskum granntrøum
Løgtingið hevur játtað 6,5 mió. kr. til umvælingina, sum væntast at vera liðug í 2024
Stokkarnir verða førdir til Føroya í ár og goymdir, so teir eru tøkir tíðliga næsta ár. 
 
30.07.2021 - 09:05

150 ára gomul norsk granntrø skulu brúkast til at umvæla Stokkastovuna í Tinganesi.

Trøini vórðu feld í mai.

Stokkarnir verða førdir til Føroya í ár og goymdir, so teir eru tøkir tíðliga næsta ár. 

Løgtingið hevur játtað 6,5 mió. kr. til umvælingina, sum væntast at vera liðug í 2024.

Grundin skal styrkjast, og flag verður lagt á tekjuna á Stokkastovuni. 

Samstarv við Noreg og Svøríki

Verkætlanin verður framd í samstarvi við norska ríkisantikvarin, universitetið í Göteborg og svenskar handverkarar, sum eru serfrøðingar í tílíkum umvælingum. Føroyskir handverkarar verða eisini við í arbeiðinum, stendur í ískoytispartinum til røðuna, sum løgmaður helt í løgtinginum í gjár.

Har stendur eisini, at almenningurin skal kunna fylgja arbeiðinum bæði á staðnum og við kunnandi tilfari, sum verður tøkt á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Heildarætlan fyri umbygging í Tinganesi varð gjørd í 2009, og er nú dagførd við teimum umvælingum, sum eru framdar, og við nýggjum kostnaðarmetingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766