Stórt OL-vónbrot fyri Sverra

Stórt OL-vónbrot fyri Sverra
27 ára gamli miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, megnaði ikki at rógva seg til OL-heiðursmerki
 
30.07.2021 - 02:09

Vónirnar vóru so góðar til, at Sverri Sandberg Nielsen kundi vinna OL-heiðursmerki í Tokyo. 

OL-finalan byrjaði eisini akkurát sum hon skuldi, tí Sverri fekk ein dreymastart og legði seg beinavegin á odda. 

Tað gjørdi Sverri Sandberg Nielsen eisini, tá farið var um 500 metra merkið.  

Grikkin streyk avstað

Men so byrjaði ferðin hjá griska Stefanos Ntouskos brádliga at økjast ógvusliga. Grikkin streyk fram um bæði Sverra Sandberg Nielsen og Kjetil Borch úr Noregi. 

Grikkin helmaði ongantíð í, men økti javnt og samt fram móti málinum. 

Sverri Sandberg Nielsen royndi at svara aftur, men tíverri munaði tað ikki.

 

Sverri dragnaði

Heldur tvørturímóti dragnaði Sverri Sandberg Nielsen.

Kjetil Borch fór framum og í spurtinum, har Sverri Sandberg Nielsen plagar at vera so sterkur, steðgaði Sverri heilt upp.

Beint áðrenn málstrikuna varð miðvingurin eisini yvirhálaður av kroatiska Damir Martin, so hann endaði á fjórða plássinum og uttan eitt OL-heiðursmerki at vísa á.

15 hundraðpartar skiltu Sverra Sandberg Nielsen frá bronsu-heiðursmerkinum. 

 

OL-finalan

1. Stefanos Ntouskos, Grikkaland 06:40.45
2. Kjetil Borch, Noreg 06:41.66
3. Damir Martin, Kroatia    06:42.58
4. Sverri S. Nielsen, Danmark 06:42.73
5. Alexander VyazovkiN, Russland 06:49.09
6. Mindaugas Griskonis, Litava 06:57.60

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805