- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallið burtur um tvey ár
Hallið burtur um tvey ár
Nettoskuldin hjá landskassanum er minni enn eina milliard krónur

Bárður á Steig Nielsen helt sína aðru løgmansrøðu í tinginum í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.07.2021 - 08:32
Landsstýrið ætlar, at hall landskassans verður burturi longu um tvey ár, í 2023.
Hallið minkar næsta ár, og í 2023 verður avlop, ætlar landsstýrið.
Føroyar eru millum londini, sum eru komin frægast gjøgnum koronukreppuna. Búskapurin er ikki so skalaður sum hann er í nógvum øðrum londum.
Nettoskuldin hjá landskassanum er minni enn eina milliard krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV