- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felagsskapir skulu velja kringvarpsstýrið

Kringvarpsstýrið skal verða meiri fólksligt.
Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni í gjár.
Sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, merkir tað, at felagsskapir, sum eru breitt umboðaðir í fólkinum, skulu velja stýrislimirnar, heldur enn politisku flokkarnir.
Mentamálaráðið ger av, hvørjar felagsskapir talan verður um.
Minni politiskt
Endamálið er at gera stýrið minni politiskt, sigur Jenis av Rana.
Eftir galdandi skipan velja politisku flokkarnir hvør sítt umboð. Smærru flokkarnir velja varaumboð, og størru flokkarnir velja føstu umboðini í stýrinum.
Jenis av Rana vil ikki siga enn, hvørjar felagsskapir Mentamálaráðið hevur í kvittanum - bara, at teir eru breitt umboðaðir í fólkinum.
Broytingin er partur av ætlanini hjá landsstýrismanninum at endurskoða kringvarpslógina.