- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bussar sleppa at koyra skjótari
Bussar sleppa at koyra skjótari
Mest loyva ferðin hjá bussum er 70 km/t, men nú skal hon upp í 80 km/t
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.07.2021 - 08:22
Bussar skulu sleppa at koyra skjótari.
Nú er mest loyvda ferðin hjá bussum 70 km/t. Men hon skal upp í 80 km/t.
Tað ætlar landsstýrið, sum eisini hevur aðrar broytingar í kunngerðini um ferðslu.
Eisini bilar, sum hava viðfestivogn, sum er upp til 750 kg, skulu kunna koyra 80 km/t í staðin fyri 70 km/t sum nú.
Eitt koyrikort
Og bara eitt koyrikort skal vera til prutl.
Koyrikort til lítið prutl, sum hevur loyvdu hámarksferðina 30 km/t, dettur burtur.
Í staðin fyri verður eittans koyrikort, og loyvda hámarksferðin verður 45 km/t.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV