- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brandteknikarar kanna eldsbruna í bussi
Brandteknikarar kanna eldsbruna í bussi
Bussurin stendur í Hoyvík, til kanningarnar eru lidnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eldur_i_bussi_og_lastbili-7.jpg?itok=Atxaqupt)
Vrakið av uppkolaða bussinum hevur staðið í Hoyvík, síðani eldur kom í hann 14. juli.
30.07.2021 - 15:56
Mánadagin koma brandteknikarar úr Danmark at kanna, hví eldur kom í ein buss á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík 14. juli.
Tað upplýsir Brian Smedemark, stjóri á Trygd.
Brandteknikararnir vilja ikki, at bussurin verður fluttur, fyrr enn teir hava gjørt sínar kanningar.
Tí fer bussurin at standa á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, til kanningarnar eru lidnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV