Ætla at broyta stuðulin til skipasmíð

Ætla at broyta stuðulin til skipasmíð
Føroyskt skipasmíð er í harðari altjóða kapping við skipasmiðjur í øðrum londum
Føroyskar skipasmiðjur eru í harðari kapping við útlendskar skipasmiðjur, har fyrimunir eru við stórrakstri og lægri lønum.
Mynd: Savnsmynd  
 
30.07.2021 - 14:24

Umhvørvis- og vinnumálaráðið endurskoðar í løtuni skipanina um stuðul til skipasmíð.

Føroyskt skipasmíð er í harðari altjóða kapping við skipasmiðjur í øðrum londum.

Aðrastaðni eru fyrimunir av stórrakstri,  lægri lønarlag og møguleiki fyri at søkja nógvar pengar.

Eitt av endamálunum við at endurskoða skipanina er at stimbra undir grønar orkuloysnir. Umhvørviskrøvini gerast fleiri og strangari.

Átta prosent í studningi

Og vinnan kann bara vera við, um hon megnar at lúka strangastu krøvini til umhvørvi, dygd og álítandi tænastu.

Sum er, kunnu føroyskar skipa- og bátasmiðjur fáa átta prosent í almennum studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.

Skipasmiðjuvinnan hevur fyrr heitt á landsstýrismannin um at broyta stuðulsskipanina og hækka stuðulin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766