- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýriskipanin verður endurskoðað og broytt

Stýriskipanarlógin skal endurskoðast og broytast.
Og broytingaruppskotið kemur í hesari tingsetuni, sigur løgmaður.
Orðini løgtingsmaður og landsstýrismaður skulu broytast, so kvinnur í løgtinginum ella landsstýrinum kunnu vera kvinnur og ikki menn.
Eisini verður hugsað um fíggjarmálsviðurskifti, millumtjóðaviðurskifti, uppgávubýtið millum Løgtingsins umboðsmann og Landsstýrismálanevndina hjá tinginum, valrætt til ómynduggjørd, kommunuviðurskifti og um rættarliga og politiska ábyrgd av teimum málum, sum løgd eru til sjálvstøðugar nevndir, sum taka endaligar avgerðir.
Fundir hava verið um stýriskipanina bæði í landsstýrinum og við floksformenninar í løgtinginum.