- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB dømt í rasismumáli
Havnar Bóltfelag hevur fingið eina bót upp á 10.001 krónu, og 1. deildarliðið við kvinnum hjá felagnum skal spæla tríggjar dystir uttan áskoðarar, tí ein áskoðari hjá HB hevur rópt rasistisk ókvæmisorð eftir einum spælara hjá KÍ, ið er myrk av húðarliti, undir einum 1. deildardysti í Gundadali millum liðini fyrr í ár.
Tað skrivar Norðlýsið.
Áskoðarin, sum rópti rasistisku ókvæmisorðini, er pápi ein spælara, sum spældi á 1. deildarliðnum hjá HB hendan dystin, og sat í HB-skýlinum.
Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fekk 28. apríl kæru frá KÍ um tilburðin, og nú er úrskurðurin komin.
- Aganevndin hevur staðfest og mett, at ein eyðmerktur HB-áskoðari, sum er pápi ein leikara á HB-liðnum, sum spældi heimadyst móti KÍ 25. apríl 2021, sýndi ósømiligan og rasistiskan atburð móti einum littum KÍ-leikara í dysti hjá 1. deild kvinnum millum HB og KÍ. Ósømiligi atburðurin er játtaður av leikarum hjá báðum liðum. HB hevur ikki mótmælt ella afturvíst innihaldsliga rættleikan í uppáhaldinum um ósømiligan og rasistiskan atburð í kæruskrivinum frá KÍ, stendur í úrskurðinum.
Sambært frágreiðingini í kæruni, vildi spælarin, sum rópt var eftir, sleppa av vøllinum, men valdi kortini at spæla víðari.
Í partshoyringini hevur HB víst á, at felagið tekur frástøðu frá rasismu, og eftir dystin bað HB-venjarin KÍ-leguna um umbering vegna Havnar Bóltfelag. Felagið hevur kortini ikki tikið nakað stig mótvegis áskoðaranum, sum rópti ókvæmisorðini, stendur í úrskurðinum.
HB hevði heimavøll og hevur tí ábyrgdina av, at "ansa eftir, at eingin áskoðari órógvar ella sýnir óhøviskan atburð móti dómara, hjálpardómara ella leikara".