- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvtannað hundrað fleiri søktu í Føroyum enn í Danmark
Tey 307 fólkini í Føroyum, sum søktu um at sleppa at lesa í Danmark í heyst, hava fingið svar í dag.
Vegleiðingarstovan hevur samanborið upptøkuna seinastu árini.
Í ár bendir á, at miðaltalið fyri at sleppa inn er eitt vet lægri enn í fjør, tó so, í onkrum útbúgvingum er miðaltalið hækkað, so sum í sálarfrøði í Aalborg.
Har er meðaltalið 10,1 í ár. Tað var 9,8 í fjør.
Nógv tøk pláss
Tey, sum ikki eru sloppin inn á ynsktu útbúgvingina í Danmark, hava frá í dag møguleika fyri at søkja tøk lestrarpláss.
Eitt yvirlit yvir tøk lestrarpláss og, hvussu mannagongdirnar eru fyri at søkja, sæst á heimasíðuni vegleiding.fo.
Dømi um útbúgvingar, har enn eru tøk pláss, eru datalogi á DTU, bygningsverkfrøði á Aalborg Universitet og musikkvísindi á Aarhus Universitet.
Í dag eru 507 útbúgvingar í Danmark, sum hava tøk pláss.
Lægri miðaltal í Føroyum
Eisini á Fróðskaparsetrinum er miðaltalið lægri í ár enn tað var í fjør.
Tá er talan um sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og námsfrøðingar.
Annars søktu 455 fólk um at sleppa á Fróðskaparsetrið í ár. 313 teirra fingu boðið pláss.