- Tíðindi, mentan og ítróttur
Náttúruverndarlóg krevur trý størv aftrat
Umhvørvisstovan fer í minsta lagi at hava brúk fyri trimum akademiskum størvum afturat, tá nýggja náttúverndarlógin er komin.
Eitt av hesum størvum eigur at vera ein løgfrøðingur.
Tey trý størvini fara at kosta landinum 2,1 mió. kr. um árið.
Brúk verður harafturat fyri 700.000 kr. til ein fulltrúa at viðgera kærur um lógina og gera kunngerðir.
Landsstýrisfólkið kærumyndugleiki
Landsstýrisfólkið í umhvørvismálum verður kærumyndugleiki.
Mett verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, stendur í viðmerkingunum um uppskotið um løgtingslóg um náttúruvernd, sum nú er sent til hoyringar.
Hoyringarfreistin er til 6.september.
Ætlanin er, at náttúruverndarlógin skal koma í gildi 1.januar 2022.