- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava fingið góðkenning at gera ginn og whisky
Hava fingið góðkenning at gera ginn og whisky
Faer Isles Distillery kann gera 120 tons av whisky og 100 tons av ginni um árið
26.07.2021 - 08:39
Partafelagið Faer Isles Distillery í Vestmanna hevur fingið umhvørvisgóðkenning at gera ginn og whisky.
Virkið hjá Faer Isles Distillery er á Fjarðavegi 3 inni á Fjørð í Vestmanna.
Sambært umhvørvisgóðkenningini er ætlanin at gera 120 tons av whisky og 100 tons av ginni um árið.
MBM skal taka ímóti kókaða maltinum
200 tons av kókaðum malti koma frá whiskyframleiðsluni um árið. Tað verður kallað draff, og kann brúkast sum kraftfóður til neyt.
Faer Isles Distillery hevur gjørt avtalu við MBM um, at MBM tekur kókaða maltið.
Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni um umhvørvisgóðkenning kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV