Eingin mannarættur at koyra í bussi

Eingin mannarættur at koyra í bussi
Fólk í Grønlandi, sum ikki eru koppsett, sluppu ikki at brúk almennu ferðsluna, men tað var ikki brot á mannarættindini
Tað var ikki brot á mannarættindini, at fólk í Grønlandi, sum ikki eru koppsett, ikki kundu brúka almennu ferðsluna í nakrar dagar.
Mynd: KNR  
 
26.07.2021 - 08:56

Tað er ikki mannarættindabrot, at fólk, sum ikki eru koronuvaksinerað, ikki kunnu brúka almennu ferðsluna í Grønlandi.

Hetta er niðurstøðan hjá Mannarættindaráðnum í Grønlandi, skrivar KNR. 

Fólk, sum ikki eru vaksinerað fyrru ferð, sluppu í nakrar dagar í síðstu viku ikki at brúka bussar, strandfaraskipið Sarfaq Ittuk og innlandsflogførini hjá Air Greenland.

Hetta hevur øst fólk í Grønlandi.

Men talan er ikki um mannarættindabrot. Tað er ikki ein mannarættur at koyra í bussi, sigur Mannarættindaráðið.

Tvørturímóti er talan um møguligt mannarættindabrot, um landsstýrið ikki roynir at forða fyri, at smittan breiðir seg, heldur Mannarættindaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155