- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 fólk flutt til Danmarkar at sita í varðhaldi
22 fólk flutt til Danmarkar at sita í varðhaldi
Plásstrot í Mjørkadali er millum orsøkirnar, at nógv fólk verða flutt til Danmarkar at sita í varðhaldi, sigur danski løgmálaráðið
23.07.2021 - 10:19
Seinastu tíggju árini eru 22 varðhaldsfangar fluttir úr Føroyum til Danmarkar at sita í varðhaldi.
Í allarflestu førum var orsøkin, at atburðurin hjá fangunum setti trygdina í Mjørkadali undir trýst.
Men í fýra førum máttu varðhaldsfangar flytast til Danmarkar orsakað av plásstroti ella eftir øðrum ynskjum frá løgregluni.
Hetta upplýsir danska løgmálaráðið í svari uppá fyrispurning frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV