Fimm nólsoyingar skuldsettir fyri at hertaka Ternuna

Fimm nólsoyingar skuldsettir fyri at hertaka Ternuna
Fimm fólk eru í dag skuldsett fyri sín leiklut, tá nólsoyingar í 2019 skipaðu fyri einum mótmælistiltaki á ferjuleguni í Nólsoy. Revsingin kann gerast fongsul í seks ár
Fimm nólsoyingar, ið luttóku í mótmæli í Nólsoy 1. september 2019, eru skuldsettir og kunnu fáa seks ára fongsulsrevsing
Mynd: Rógvi Rasmussen  
 
21.07.2021 - 22:37

1. september 2019 fleyt bikarið, ið longu var fult frammanundan, enn einaferð yvir hjá nólsoyingum. 

Nólsoyingar stóðu aftur til at missa Ternuna, tí hon skuldi avloysa Teistan á Sandoyarleiðini, meðan Teistin var á sleipistøð. 

Afturfyri skuldi Jósup røkja Nólsoyarsiglingina, og tað vildu nólsoyingar ikki finna seg í. 

Ofta eru nólsoyingar komnir syngjandi inn til Havnar og eru so farnir til gongu út í Tinganes at mótmæla.

Men hesuferð vildu nólsoyingar vísa sína ónøgd úti í Nólsoy og skipaðu tískil fyri einum mótimælistiltaki á ferjuleguni har. 

 

Fólk sluppu ikki í land

Millum annað var ætlanina hjá nólsoyingum at forða Ternuni at loysa aftur beinavegin, sum hon annars plagar, tá hon leggur at í oynni.  

Talan skuldi ikki vera um nakra longri mótimæli, men bara eina fimtan minuttir langa blokkadu fyri at gera vart við ónøgdina. 

Men ein spent støða tók seg beinavegin upp millum nólsoyingarnar og skiparan umborð á Ternuni, ið noktaði at koyra rampuna niður, so fólk ikki sluppu í land.

Hetta hevði við sær, at nólsoyingar settu endar á Ternuna, tí teirra kæru ikki sluppu í land. 

Úrslitið var, at Ternan lá við ferjuleguna í fleiri tímar, og ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð. 

 

Dagur og vika gjørdu dagin eftir, tað vil siga 2. september, hetta innslagið um spentu støðuna, ið tók seg upp 1. september 2019:

20190902_NOLSOY_OG_SSL

 

Nólsoyingar gjørdi ikki mætari enn at melda Strandferðsluna til løgregluna fyri at nokta at røkja rutuna dagin eftir hendingarnar 1. september 2019. 


Skuldsett fyri brot á revsilógina

Nú hevur løgreglan hinvegin skuldsett fimm nólsoyingar fyri hendingarnar 1. september 2019. 

Tey fimm eru skuldsett fyri trý brot á revsilógina, og verða tey drigin í rættin og dømd, so kunnu tey enda í fongsli upp í seks ár.

Tey eru skuldsett fyri er brot á §119, stk. 3, tí tey skulu hava forðað einum persóni at útinna sína almennu tænastu- ella starvsskyldu.

Fyri brot á §134, A, tí tey í felagsskapi, ella eftir sínámillum avtalu, hava luttikið í grovum ónáðum á almennum staði.  

Og fyri brot §193 í revsilógini, tí tey á løgleysan hátt hava elvt til umfatandi órógv í rakstrinum av vanligum samferðslutólum. 

 

Upp í seks ára fongsul

Revsiramman fyri brot á §119 stk.3  og §134 A eru ávíkavist sekt ella fongsul upp í seks mánaðir ella upp í hálvtannað ár.

Meðan brot á §193 kann revsast við sekt ella fongsul í upp til seks ár.

Løgreglan arbeiðir nú víðari við málinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371