- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin lastbilur við gróti í Havn í nátt
Eingin lastbilur við gróti í Havn í nátt
Triðju ferð eydnaðist tað Tórshavnar kommunu at steðga koyring við gróti í lastbilum yvir 26 tons í Havnini um náttina
Mynd: Savnsmynd
21.07.2021 - 08:37
Eingin lastbilur við gróti hevur koyrt úr Sandoyartunlinum gjøgnum Havnina í nátt, sigur politiið.
Tórshavnar kommuna hevur sett skelti upp við Velbaðstaðvegin við einari undanfráboðan, áðrenn komið verður til skeltið, sum setur lastbilum yvir 26 tons forboð fyri at koyra millum klokkan tíggju um kvøldið og sjey á morgni.
Hetta er triðja royndin hjá Tórshavnar kommunu at steðga koyringini við gróti um náttina.
Hinar hava, sambært politinum, ikki verið lógligar, og tí bar ikki til at geva lastbilunum, sum koyrdu um náttina, sekt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV