BankNordik hækkar gjald fyri sethúsatrygging

BankNordik hækkar gjald fyri sethúsatrygging
Trygd hevur boðað viðskiftafólkum sínum frá, at tryggingin fyri sethús hækkar upp til 500 krónur um árið
 
20.07.2021 - 09:48

BankNordik samtakið heldur fram við at hækka gjøld.

Trygd hevur boðað viðskiftafólkum sínum frá, at tryggingin fyri sethús hækkar upp til 500 krónur um árið.

Orsøkin er, sigur Trygd, at fleiri skaðafráboðanir eru nú. Í fjør fekk Trygd 33 prosent fleiri skaðafráboðanir enn í 2019.

Serliga er talan um stormskaðar.

Harafturat er byggitilfar vorðið dýrari.

 

12,5 mió. kr. í avlopi

Tryggingarfelagið Trygd hevði 12,5 mió. kr. í avlopi fyri skatt í fjør. 

Úrslitið í 2019 var 18 mió. kr.

Skaðaendurgjøldini vóru 15 milliónir krónur størri í fjør enn í 2019.

Í 2019 vóru endurgjøldini 69 mió. kr. Tey vóru 84 mió. kr. í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050