- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog steðgar allari flúgving til Skotlands
Atlantsflog steðgar allari flúgving til Skotlands
Stórabretland er nú sett á reyða lista hjá danska uttanríkisráðnum, og tað merkir, at Atlantsflog gevst at flúgva til Edinburgh
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aa.jpg?itok=FkjzqDEJ)
20.07.2021 - 09:19
Atlantsflog byrjaði at flúgva til Edinburgh fyrst í juli, hóast Skotland var sett á reyða lista eftir tann fyrsta túrin.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi sigur, at størsti parturin av Stórabretlandi varð um vikuskifti koyrdur á reyða lista hjá danska uttanríkisráðnum, og hetta hevur gjørt tað munandi torførari at ferðast millum Skotland og Føroyar.
Atlantsflog sigur í boðum til ferðafólk, sum hava bílagt ferðaseðil til Skotlands, at síðsti túrur verður hósdagin 22. juli, og at tey vóna at kunna taka flúgvingina uppaftur í oktober.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV