Innflutningurin 8,3 mia. kr. - Útflutningurin 8,2 mia. kr.

Innflutningurin 8,3 mia. kr. - Útflutningurin 8,2 mia. kr.
Innflutningurin hjá føroyingum er vorðin størri enn útflutningurin.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2021 - 08:01

Tá mai í ár er taldur við, var innflutningurin 8,3 mia. kr. seinasta árið. Hann minkaði eitt prosent samanborin við árið fyri.

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksin nógv, góðar 240 milliónir krónur ella 14 prosent, upplýsir Hagstovan. 

Útflutningurin frá juni í fjør til mai í ár var 8,2 milliardir krónur og minkaði 13 prosent.

Innflutningurin í mai í ár var 90 milliónir krónur størri enn útflutningurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050