- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavsøkukórið fer at syngja
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/olavsokudagur_2020_logtingslimir_og_prestar-60.jpg?itok=PFyF9N1H)
Nú er avgjørt, at ólavsøkukórið fer at syngja sum vanligt á ólavsøku.
Kórsamband Føroya hevur samskift við koronuráðgevingina, og nevndin hevur nú avrátt, at ólavsøkukórið fer at syngja á Tinghúsvøllinum í ár.
Nakað av óvissu hevur verið, um tað er ráðiligt at hava stórt kór á Tinghúsvøllinum ólavsøkumorgun.
Kórsambandið hevur tó gjørt av, at sangarar, sum ætla sær at syngja í kórinum, eiga at verða koppsettir, og sangarar sum koma uttanlands, skulu hava negativa test á 4. degnum.
Í fjør varð ikki hildið ráðiligt at savna stórt kór, sum støðan var tá. Tí varð heitt á Havnarkórið um at taka sær av sanginum. Men í ár verður so vent aftur til vanligu siðvenjuna við stórum felagskórið. Tað verður Bernharður Wilkinson, sum fer at stjórna kórinum.