Framtak skal hava nýggjan stjóra

Framtak skal hava nýggjan stjóra
Framtak er váðafúsur og tolin íleggjari í føroyska vinnulívið við partapeningi og ábyrgdarláni bæði til nýggjar og verandi fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir
Mynd: Savnsmynd  
 
15.07.2021 - 09:26

Framtak skal hava nýggjan stjóra 1.oktober.

Danska stjórnin og landsstýrið stovnaðu Framtaksgrunn Føroya í 1994.

Í 1998 fór danska stjórnin úr samstarvinum.

Framtaksgrunnurin eitur nú Framtak. 

 

Váðafúsar íløgur

Framtak er váðafúsur og tolin íleggjari í føroyska vinnulívið við partapeningi og ábyrgdarláni bæði til nýggjar og verandi fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir.

Framtak hevur sett pengar í átta fyritøkur, millum annað Smyril Line og Skansa offshore, partafelagið 6.september 2006 og Tutl.

Stjórin verður sjálvur annar á skrivstovuni hjá Framtaki. 

Niels Dann West hevur verið stjóri í Framtaki í nógv ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188