- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leivur er nýggjur fyrstilærari á Velbastað
Leivur er nýggjur fyrstilærari á Velbastað
Kendi ítróttarjournalisturin og lærarin, Leivur Frederiksen, verðu fyrstilærari í Velbastaðar skúla
14.07.2021 - 08:32
Leivur Frederiksen er settur í starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla.
Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv á Skårup seminarium í Danmark, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole, og hann hevur eisini námsfrøðiliga leiðsluútbúgving frá Fróðskaparsetrinum.
Leivur Frederiksen hevur verið lærari á Oure Idrætsefterskole í Danmark, í Argja skúla og í Sankta Frans skúla í Havn.
Leivur Frederiksen er kanska allarbest kendur sum ítróttarjournalistur, redaktørur og vertur á 3-2 sendingini her í Kringvarpinum frá 2008 til 2019.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV